2019-01-30 06:54
Nógvur kavi er komin niður í nátt, og tað ávirkar ferðsluna í morgun.
Landsverk boðar frá, at vegirnir ikki eru grivnir í fullari breidd enn, og at tað fer at ávirka morgunferðsluna í morgun.
Harafturat eru vegateinir, har tað ikki er koyrandi. Hetta er galdandi fyri Oyggjarvegin, til Gjáar, til Kirkjubøar og til Syðradals á Streymoynni, stendur á lesa á heimasíðuni hjá Landsverk.
Og ávarað verður móti hálku um alt landið.
Strandferðslan boðar frá, at busskoyringin á Skálafjørðinum og í Norðoyggjum til Viðareiðis og Kunoyar fyribils ikki koyrir orsaka av nógva kavanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald