Innanlands

Ikki koyrandi til Eiðis í løtuni

Og tað er framvegis ikki koyrandi til fleiri aðrar bygdir og eftir ymiskum vegum. Landsverk ávarar um millum annað áarlop eisini

- Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi. Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun (Mynd: Landsverk)

- Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi. Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun (Mynd: Landsverk)

2022-12-19 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er framvegis ógvuliga trupult at koyra ymsastaðni í landinum. Blot kemur í kavan orsakað av nógva regninum, og hetta gevur eisini sínar avbjóðingar. Harumframt er eisini rímiliga nógvur vindur.

Landsverk dagførir javnan støðuna, og klokkan 10 varð boðað frá, at tað framvegis ikki er koyrandi nógva staðni:

- Tað er ikki koyrandi á Kunoyarvegnum, Elduvíkarvegnum, Syðradal á Streymoynni, til Skæling, til Funnings, Ljósá og Eiðis.

Tað er heldur ikki koyrandi frá Húsum og til Mikladals - tó til og frá Trøllanes í einum spori, og tískil skal varsemi vísast har.

Landsverk boðar eisini frá vánaligum koyrilíkindum á Gjáarvegnum og á Selatraðarvegnum pog nógvum vindi ymsastaðni

Tað er eisni ein stórur hylur á landsvegnum í Norðagøtu - tíðliga í morgun var eitt skalvalop har.

- Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi. Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun.

Dagført: 10.40
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder