Innanlands

Skalvalop órógva ferðsluna

Tað var ikki koyrandi í Árnafjarðartunnilin í umleið seks tímar - ein skalvur leyp eisini við Norðragøtu tíðliga í morgun, upplýsir løgreglan

Neyðugt var stongja tunnilin fyribils - byrjað var at grava heilt tíðliga í morgun, og um fimm-tíðina var aftur koyrandi í Árnafjarðartunnilin (Mynd: Føroya Politi)

Neyðugt var stongja tunnilin fyribils - byrjað var at grava heilt tíðliga í morgun, og um fimm-tíðina var aftur koyrandi í Árnafjarðartunnilin (Mynd: Føroya Politi)

2022-12-19 08:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt fyri midnátt leyp ein skalvur við tunnilsmunnan sunnanfyri Árnafjarðartunnilin. Hetta var Klaksvíksmegin, og tað var skjótt greitt, at neyðugt var stongja tunnilin fyribils - til tað var grava ordiligt, og til vandin fyri einum skalvalopi afturat var av.

Les eisini: Tunlarnir norð um fjall stongdir - skalvur er lopin

Byrjað var at grava heilt tíðliga í morgun, og um fimm-tíðina var aftur koyrandi í Árnafjarðartunnilin. Samanlagt var stongt fyri ferðslu í tunnlinum í umleið seks tímar.

Í hesum førum var tað heppið, at eingin bilur var tætt við tunnilsmunnan, tá skalvurin leyp, og at tað var í nátt, at tað var so leingi stongt fyri ferðslu.

Vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Tórshavn upplýsir eisini, at tað var eitt skalvalop við Norðragøtu (millum Norðagøtu og Syðrugøtu), tætt við kirkjugarðin, fyrr í morgun. Hetta var stutt aftaná klokkan seks, og ferðslan í økinum var tarnað eina løtu, meðan ruddað var.  

Samanumtikið hava ferðsluviðurskifti og ringu koyrilíkindini sett sín dám á vikuskifti hjá løgregluni - sum hjá so mongum øðrum. Tað er Landsverk, ið tekur sær av hesum, men løgreglan fær regluligar dagføringar frá Landsverk og fylgir gongdini.

Sagt hevur verið við fólk, ið hava boða frá ymiskum ella spurt um koyrilíkindi seinastu dagarnar, at um tey kunnu lata vera við at koyra, so er best at gera tað - so ring hava líkindini verið.

Les eisini: 
Verður mælt frá at koyra í Klaksvik
Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder