Innanlands

Ikki longur neyðugt við serskipanum at fáa kvinnur á ting

Tinglimir skjóta upp at taka burtur rakstrarjáttanina á knappa million til javnstøðumál

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-19 18:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spyr tú Jenis av Rana, Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen, so er ikki longur neyðugt við rakstrarjáttan til javnstøðumál.

Teir fýra tinglimirnir úr Miðflokkinum og Fólkaflokkinum hava lagt broytingaruppskot til fíggjarlógina fyri 2019 fyri tingi, har teir skjóta upp at taka rakstrarjáttanina til javnstøðumál burtur.

- Tað er ikki longur neyðugt at hava serskipanir fyri at fáa kvinnur á ting. Í dag er ikki munur á kvinnum og monnum, tí øll hava somu møguleikar og somu rættindi at virka politiskt uttan mun til kyn, siga teir fýra í viðmerkingunum til broytingaruppskotið.

Meirilutin í fíggjarnevndini setti annars 250.000 afturat í sínum broytingaruppskoti til aðru viðgerð soleiðis at samlaða játtanin er 983.000 krónur fyri 2019. Hetta var samtykt í gjárkvøldið.

Fylg við tinginum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder