Innanlands

Ikki nøgdur við portrini inn til Føroya

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tikið sín iva upp við farsóttarnevndina og landsstýrið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-19 19:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, er farin at ivast í háttinum Føroyar handfara ferðslu til landið í sambandi við korona. Øll sum ferðast til Føroya vera tilmæld at fara í heimauppihald í 14 dagar.

- Eg haldi vit eftir umstøðunum hava taklað korona sera væl, men eg havi í seinastuni ikki verið heilt nøgdur við portrini inn til Føroyar, skrivar landsstýrismaðurin í einari støðu dagføring á Facebook í dag.

[object Object]Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsti tilburðurin av korona í slakar tvær vikur varð staðfestur í gjár, og hetta var ein persónur sum kom til Føroya við flogfari. Persónurin fylgdi tó tilmælunum um karantenu, og var tí longu í karantenu, nú tilburðurin varð staðfestur.

- Eg havi tikið mín iva upp við farsóttarnevndina og í landstýrinum og vænti at fáa svar frá farsóttarnevndini í næstu viku, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tað hevur týdning í okkara samskifti at allar broytingar verða væl ankraðar heilsufakliga, og politiskt áðrenn broytingar verða gjørdar, heldur hann.

Tá ein kemur til Føroya eftir at hava ferðast í æðrum londum, verður mælt til, at ein verður heima í 14 dagar.

Heimauppihald (corona.fo)

Sambært corona.fo, so er heimauppihald at:

- Tú ert heima við hús.

- Tú fert ikki til arbeiðis.

- Tú eigur ikki fáa vitjan undir sóttarhaldinum.

- Tú eigur ikki at fara til handils, ørindi ella av matriklunum, har tú ert í heimauppihaldi.

- Fólk, sum eru í vandabólki, skalt tú als ikki hava beinleiðis samband við.

Tú skalt eisini vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur, ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. Hevur tú sjúkueyðkenni, skalt tú ringja til kommunulækna ella læknavaktina, stendur á corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder