Innanlands

Ikki nógvir upplýsingar um koronu at heinta

Kaj Leo Holm Johannesen svarað 14 spurningum um korona. Í fleiri førum verður svarað, at hagtøl ikki eru tøk um hetta. Eitt nú er ikki greitt hvussu nógv av teimum deyðu við koronu vóru koppsett

Lars Fodgaard Møller, landslækni, uttast til vinstru, hevur svarað einum parti av spurningunum, sum vórðu settir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni, uttast til vinstru, hevur svarað einum parti av spurningunum, sum vórðu settir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-12 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steffan Klein Poulsen, tingmaður hjá Miðflokkinum, setti herfyri eina røð av spurningum um korona til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Svarið er komið, men tað er kortini nógv, sum landsstýrismaðurin ikki svarar uppá, tí tað eru ikki tøk tøl í fleiri førum. Í svarunum kemur milum annað fram, at tað eru trý fólk, sum eru deyð stutt eftir at verða blivin koppsett móti koronu. Hetta er kortini ikki eitt broytt tal í mun til tað, sum var frammi fyri nøkrum mánaðum iðani.

Eisini kemur fram, at Sjúkrahúsverkið hevur upplivað okkurt einstakt dømi, har persónur í sambandi við sjálva koppsetingina hevur fingið eina sonevnda «bráðreaktión», og tí er sendur á skaðastovuna fyri at fáa hjálp. 

Spurt var um hvussu nógv av teimum, sum eru skrásett at vera deyð við koronu vóru koppsett, men hesar upplýsingarnir hevur Kaj Leo Holm Johannesen ella landslæknin ikki.

Her eru svarini:

1. Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í Føroyum? 

Svar: Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin: 

”WHO hevur frá byrjan av hesi alheimsfarsótt heitt á øll limalondini um at upplýsa talið av smittaðum, talið av deyðum í einum tíðarskeiði uppá 30 dagar eftir smittu við COVID-19, umframt talið av innløgdum, herundir á intensiv og talið á teimum, ið hava tørv á respirator. Hetta er eisini nágreinað í “Bekendtgørelse nr. 189 af 10. marts 2020 for Færøerne om lægers anmeldelse af COVID-19”. Hetta er orsøkin til, at Landslæknin samlar inn hesar dátur, og at hesar verða almannakunngjørdar á corona.fo”.

2. Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt? 

Svar: Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin: ”Allir læknar skulu fráboða eina røð av virussjúkum til Landslæknan sambært “Anordning nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme, sum seinast broytt við bekendtgørelse nr. 180 frá 5. mars 2020”. Landslæknin almannakunnger hesi hagtøl í árligu ársfrágreiðingini. Tað eru einans tilburðirnir, sum verða fráboðaðir, og ikki hvørt persónurin er deyður av sjúkuni.“

3. Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina koronu-koppseting? 

Svar: Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin: “Øll andlát, sum verða staðfest innan 7 dagar aftaná koppseting móti COVID-19, skulu sambært “Bekendtgørelse nr. 450 af 16. marts 2021 for Færøerne om retslægelig obduktion i forbindelse med dødsfald kort efter modtagelse af vaccination imod Coronavirussygdom 2019 (covid-19)” fráboðast løgregluni, sum eitt óvæntað andlát. Síðani verður ein rættarlæknalig líkskoðan framd. Samanlagt eru tríggir tilburðir fráboðaðir, har tað eina andlátið tó varð staðfest 14 dagar aftaná koppseting. Tað hevur ikki verið grundarlag fyri at staðfesta, at koppseting kann viðføra sjúku og deyða í longri tíð aftaná koppseting.” 

4. Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting? 

Svar: Sjúkrahúsverkið er ikki vitandi um nakran sjúkling, sum er innlagdur, orsakað av at hann er koppsettur fyri koronu. Sjúkrahúsverkið hevur upplivað okkurt einstakt dømi, har persónur í sambandi við sjálva koppsetingina hevur fingið eina sonevnda «bráðreaktión», og tí er sendur á skaðastovuna fyri at fáa hjálp. 

5. Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett? 

Svar: Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin: ”Landslæknin hevur ikki nærri upplýsingar um, hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við COVID-19, eru koppsett.”

6. Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett? 

Svar: Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin: ”Landslæknin hevur ikki gjørt tílíka uppgerð, men hevur tað neyðuga tilfarið til at gera greiningar. Við hjálp frá uttanhýsis granskara, almannakunngjørdi Landslæknin tann 18. november úrslit frá einari kanning um virknaðin av koppseting (https://korona.fo/news/1401/koppsetingin-virkar-serliga-millum-tey-yngru). Serliga vístu greiningarnar í teimum yngru aldursbólkunum frá 12-24 ár, at koppseting hevur góðan virknað, eins og sannlíkindini hjá koppsettum fyri at verða smittað av COVID-19, eru 9 ferðir lægri samanborið við ókoppsett. Landslæknin ætlar at halda áfram við hesum arbeiðinum og at almannakunngera dátur um virknaðin av koppseting.”

7. Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð? 

Svar: Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin: ”Landslæknin hevur bert kunnleika til ein tilburð í Føroyum, men hevur illgruna um, at talan møguliga er um eina falska positiv roynd, í sambandi við at sjúkan í byrjanini tók seg upp í Føroyum. Andevni, ið ein persónur fær, eftir at hann hevur verið smittaður við COVID-19, gevur sera góða verju móti COVID-19 og betri enn koppseting.”

8. Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021? 

9. Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið? 

10. Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021? 

11. Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið? 

Svar: Sjúkrahúsverkið hevur ikki hagtøl fyri, hvussu nógv koppsett hava latið seg kanna síðani 24. juni 2021. Tí er ikki møguligt at svara spurningunum 8, 9, 10, og 11.

12. Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið? 

13. Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani korona breyt út í Føroyum? 

Svar: Sjúkrahúsverkið hevur ímillum 15 og 20 virkin andingartól (respiratorar), alt eftir um ein velur at telja sonevndar transport-respiratorar, respiratorar í narkosutólum og einstøk eldri men virkin tól, við. Sjúkrahúsverkið hevur ikki neyvt yvirlit yvir, hvat belegningurin hevur verið, men tølini eru smá. Tilsamans hava tríggir persónar ligið í respiratori á intensiv vegna koronu. Leggjast skal afturat, at nakrir og 20 persónar hava fingið viðgerð við sonevndum optiflow-tólið, ið hjálpir iltingini hjá sjúklinginum. Samanumtikið er metingin hjá Sjúkrahúsverkinum, at tað hevur havt týdning, at sjúklingarnir eru komnir skjótt í viðgerð á sjúkrahúsunum, og tí hevur tað í allarflestu førum borið til at forða fyri, at sjúkan er vorðin álvarsom. 

14. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?

Svar: Landsstýrismaðurin arbeiðir ikki við at almannakunngera onnur hagtøl um koronu, enn tey sum longu í dag verða almannakunngjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder