Uttanlands

Ikki øll hava hoyrt um korona

Á einum fronskum kavbáti er manningin, sum fór umborð áðrenn korona gjørdist almenn vitan, fullkomiliga avbyrgd frá umheiminum

Mynd: B.T.

Mynd: B.T.

2020-04-12 17:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koronavirusið hevur verið millum okkum í fleiri mánaðir nú, og eftirhondini vita tey allarflestu, hvat tað er. Tó eru summi, sum enn einki hava hoyrt um korona, og sum ikki vita av, at ein farsótt hevur spjatt seg um allan heimin.

Talan er um fronsku manningina, sum í løtuni er stødd í einum kavbáti langt undir havyvirflatuni.

Manningin fór umborð áðrenn korona var almenn vitan, skrivar B.T. Tað er púra vanlig mannagongd, at slíkar manningar verða avbyrgdar frá restina av heiminum, meðan tær eru umborð, og hevur eingin teirra atgongd til netið.

Dominique Salles, pensióneraður admiralur, váttar fyri tíðindastovuni AP; at manningin einki kennir til støðuna, sum allur heimurin er í í løtuni.

– Teir vita ikki av tí. Dreingirnir umborð skulu savna seg fullkomiliga um sína uppgávu.

Tó er sannlíkt, at skiparin umborð á kavbátinum er vorðin kunnaður um koronavirusið uttan at hava fingið smálutir við.

Manningin verður kunnað um støðuna stutt áðrenn, hon fer í land aftur, og fáa menninir helst ein skelk. Hvussu leingi manningin hevur verið umborð higartil er ógreitt, men vanligt er, at mann er umborð einar 60-70 dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder