Innanlands

Ikki siðvenja at nokta fólki atgongd til kirkjuna

Tað liggur djúpt í fólkakirkjunnar siðvenju, at øll uttan undantak kunnu trína inn um kirkjunnar dyr. Setningarnir eru kendir. Høgt til loftið og vítt til veggja, sigur leiðslan í Fólkakirkjuni, sum næstu vikuna fer at umrøðuna støðuna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-18 11:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mælt verður til at ongar gudstænastur verða hildnar kring landið sunnudagin, og fríggjadagin í næstu viku kemur leiðslan í Fólkakirkjuni við kirkjuliðnum tilmæli um hvussu farast skal fram víðari.

Tá skal leiðslan taka støðu til hvat gjørt verður við nýggju tilmælini frá myndugleikunum, sum mæla til at fólk sum møta upp skulu vísa koronupass ella hava negativa koronutest.

Hetta er ein avbjóðing fyri hugsanina um frælsa atgongd inn í kirkjuna, skriva Uni Næs, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur, á folkakirkjan.fo.

- Tað liggur djúpt í fólkakirkjunnar siðvenju, at øll uttan undantak kunnu trína inn um kirkjunnar dyr. Setningarnir eru kendir. Høgt til loftið og vítt til veggja. Kirkjugáttin skal vera lá, so øll kunnu koma inn í kirkjuna bæði fysiskt, moralskt og etiskt. Eftirlit við kirkjudyrnar er ikki siðvenja í heimligum jørðildi.

- Leiðslan fer at nýta ta komandi vikuna til at umrøða støðuna saman við tí kirkjuliga landslagnum. Fyrisitingarliga grundhugsjónin í fólkakirkjuni byggir á fólkaræði, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder