Innanlands

Ikki við góðum at velja millum borgarstjóra ella løgtingsess

Kristin Michelsen undrast á avgerðina hjá meirilutanum í Tvøroyrar býráði um at hann ikki longur kann sita í báðum sessunum

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-01 20:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ikki góðvilliga, at Kristin Michelsen fer at siga borgarstjórasessin ella løgtingsessin. Tað sigur hann við útvarpið í dag.

Tað var um vikuskftið, at meirilutin í Tvøroyrar býráð tók tilsøgnina aftur, sum loyvdi honum at sita í báðum sessunum. Meirilutin er Bjarni Hamer, Bogi Johannesen, Súsanna Bertholdsen og Kristina Roest.

Kristin Michelsen sigur seg undrast á, at meirilutin í Tvøroyrar býráð gongur ímóti samtyktini hjá Javnaðarflokkinum, sum sigur at frá komandi løgtingsvali sleppa borgarstjórar ikki at sita bæði á løgtingi og vera borgarstjórar samstundis.

Kristin Michelsen vísir á, at hann er valdur løgtingdlimur fyri Javnaðarflokkin og tí eigur samtyktin eisini at fevna um seg.

- Eg havi ongar trupulleikar at fylgja teirri samtyktini, men at siga báðar sessirnar frá mær nú geri eg ikki góðvilliga, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri og løgtingslimur, við útvarpið.

Hann fer aftur til arbeiðis í morgin, og tá fer hann at lesa hvat býráðið hevur samtykt, og síðani taka støðu til hvat skal henda víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder