Innanlands

Ílegukanningar til allar føroyingar

Amplexa Genetics bjóðar føroyingum ílegukanning fyri 9 sjúkur, sum vísa seg at hava høgan títtleika í Føroyum

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-12-21 07:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska ílegustarvstovan, Amplexa Genetics, sum heldur til í Odense og hevur deild í granskaralundini iNOVA í Tórshavn, bjóðar nú føroyingum ílegukanning fyri 9 sjúkur, sum vísa seg at hava høgan títtleika í Føroyum.

Klinisk góð vegleiðing
Afturat ílegukanningingini bjóða vit kliniska vegleiðing saman við samstarvsfelagum okkara i Føroyum, Pero Sore, serlækna á heilsu- og viðgerðarmiðstøðini MedCare, og Jenis av Rana, kommunulækna.

Sjúkurnar eru allar víkjandi, tað vil siga, at einstaklingar kunnu bera sjúkuíleguna, uttan at hava sjúkueyðkenni. Um eitt par ber somu sjúkuíleguna, hava tey øktan váða fyri at fáa barn við sjúkuni.

Sjúkurnar, sum kannað verður fyri, eru m.a. Cystisk Fibrosa og CTD/Carnitin Transportara Trot og 7 aðrar sjúkur.

Stóran týdning
- Vit meta tað hava stóran týdning, at føroyingar hava møguleika sjálvi at lata seg ílegukanna, fyri at síggja, um tey eru berarar av hesum serligu mutatiónunum aftanfyri “føroysku” sjúkurnar ella ikki, sigur Helle Hjalgrim, lækni, og stjóri í Amplexa Genetics, og hon vónar at kanningartilboðið verður væl móttikið.

Gott samstarv
Amplexa Genetics hevur i mong ár verið ein av slóðbrótarunum innan skræddaraseymaðar viðgerðir við bakstøði i ílegukanningum. Amplexa hevur tætt samstarv við Epilepsisjúkrahúsið Filadelfia í Dianalund og King´s College Hospital í London, har vit hava ment skræddaraseymaða viðgerð saman við fremstu serfrøðingum á økinum.

Amplexa Genetics vil við hesum tilboðið geva møguleikan fyri fyribyrging, eins og skjóta og miðvísa viðgerð – møguleikin verður nú tøkur fyri allar føringar.

Amplexa er DANAK góðkend (medisinskt akkrediterað) starvsstova við ISO 15189 góðkenning.

- AMPLEXA GENETICS A/S

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder