Felagið Føroysk Ross er nú farið undir eitt serligt átak fyri at kunna varðveita ílegurnar hjá føroyska rossinum.
Staðfest hevur verið í longri tíð, at støðan hjá føroyska rossinum er hættislig, og slagið er nær við at doyggja út.
Tí verður nú farið – í samstarv við Búnaðarstovuna og NordGen – í holt við at taka og varðveita egg og sáð hjá føroyskum rossum til at goyma til eftirtíðina.
Í fyrstu atløgu verður dentur lagdur á tøku av sáði úr eistum hjá greðingum, ið verða geldir ella av serligari orsøk mugu avlívast, skriva Føroysk Ross á heimasíðuni ffr.fo.
Búnaðarstovan hevur síðan 2002 hildið eina goymslu av niðurfrystum greðingasáði. Sáðtøkan á Búnaðarstovuni varð á sinni framd í samstarvi við Felagið Føroysk Ross. Tikið varð sáð frá so at siga øllum føroyskum greðingum í tíðarskeiðinum 2002 til 2004.
Felagið ætlar nú, í samskifti við Búnaðarstovuni og NordGen, at sáð skal takast av øllum týðandi greðingum, tá høvið býðst. Hetta merkir, at verður greðingur geldur ella avlívaður, so ber til at tryggja, at ílegurnar verða varðveittar og tøkar í framtíðini, um tørvur skuldi verðið á teimum í serføroyska rossastovninum.
Í hesum sambandi hava Signa Kallsoy Joensen og Ingibjørg Árnadóttir, djóralækni, verið á einum skeiði hjá NordGen á á Faculty of Veterinary Medicine í Ås í Noregi
Á skeiðinum lærdu tær at taka og goyma sáð úr eistum hjá geldum kríatúrum. Brúkt vórðu tarvkálva eistu at venja við. Sama mannagongd kann brúkast til fleiri kríatúr, so sum ross og seyð. Á skeiðinum vóru luttakarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki umframt Signu og Ingibjørg úr Føroyum.
Kelda: ffr.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald