Klokkan 07.47 gjáramorgun komu boð um, at eldur var í einum bilhúsi í Vági. Talan var um lítlan eld í einum bilhúsi. Nú verður kannað, um talan er um ásettan eld.
Løgreglan hevur í dag sent tríggjar løgreglumenn, sum eru serliga útbúgnir at kanna eldsbruna, til Vágs at gera kanningar. Talan er um tveir royndar løgreglumenn og ein triðja, sum er í læru at kanna eldsbrunar.
Herverk á bil og jólapyntið stolið
Herverk var gjørt á tveir bilar, ið stóðu uttanfyri bilhúsið, har eldurin kyknaði. Stuldur hevði eisini verið, og tá málið var meldað, var alt fráboðað í einum. Tí er illgruni um, at talan er um ásettan eld.
Les eisini: Tríggir eldsbrunar í dag
Vakthavandi hjá løgregluni boðar frá, at tað er servitan innan økið í Føroyum, og at tað ikki er neyðugt at leita sær hjálp frá útlondum, tá talan er um lítlan eld, hóast løgreglan onkuntíð hevur leitað sær hjálp, tá talan hevur veri ðum stóran eld.
Onga ábending um ásetarar
Tað er ikki tí at løgreglan hevur fráboðan um brotsfólk, at illgruni er um, at eldurin varð ásettur. Løgreglan boðar frá, at tað ikki er sikkurt at talan er um fólk, sum kenna húsfólkið, hóast eldurin varð ásettur, herverk framt á bilin og jólalutir vórðu stjolnir.
- Nú giti eg bara, men talan kann bæði vera um ung fólk, sum hava ballast náttina fyri og fólk, sum kanska hava vilja framt brotsverk ímóti húsfólkinum, sigur vakthavandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald