Innanlands

Illir fuglar gera íløgu í føroyska vitlíkis-fyritøku

Flowcore fer at eita Usable og hevur fingið finskar íleggjarar

Kustaa Valtonen og Peter Vesterbacka eru nýggir íleggjarar í Usable sum fyrr æt Flowcore

Kustaa Valtonen og Peter Vesterbacka eru nýggir íleggjarar í Usable sum fyrr æt Flowcore

2025-12-16 15:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska vitlíkis-fyritøkan Usable (áður kend sum Flowcore) boðar í dag frá, at kendu finsku ráðgevarnir og íleggjararnir Kustaa Valtonen og Peter Vesterbacka eru komnir við í felagið.

Usable hevur uppbygt ein serførleika innan vitlíki, veitir ráðgeving, mennir skipanir og bjóðar tænastuna usable.dev, sum nakrar av fremstu fyritøkunum og stovnunum í Føroyum longu eru farin at brúka til vitanarstýring. Usable stendur eisini á odda fyri forkanningini hjá Talgildu Føroyum at gera eina heildarætlan fyri vitlíki í Føroyum. 

Peter Vesterbacka er best kendur fyri sín leiklut í Rovio, felagið handan spælið Angry Birds ("illir fuglar"), umframt sum stovnari av Slush, heimsins leiðandi íverksetaratiltaki.

Kustaa Valtonen er ein royndur íleggjari og tøkniráðgevi við djúpum innliti í ritbúnað í stórum fyritøkum. Saman hava teir royndir við at fáa fyritøkur sum Usable, herundir serliga vitanarstýringsamboðið usable.dev, út á altjóða marknaðin.

Usable varð stovnað í 2023 av royndu íverksetunum Ólavi Ellefsen, Julius á Rógvi Biskopstø og Brian Bischoff. Felagið heldur til í íverksetaraumhvørvinum Hugskotinum á Vestaru Bryggju í Havn, og felagið hevur 8 fulltíðarstarvsfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder