Innanlands

Illveðrið ávirkar siglingina og busskoyringina

Bussar góvust at koyra klokkan 11, og og túrarnir millum Hestoynna og Gomlurætt verða av ongum

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

2018-12-31 11:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ringa veðrið ávirkar bæði siglingina og koyringina hjá Strandferðsluni í dag.

Seinasti túrurin hjá Smyrli, sum skuldi fara úr Havnini klokkan 13 varð framskundaður til klokkan 11.

Eisini á sandoyarleiðini hevur Strandferðslan boðað frá broytingum í ferðaætlanini.

Teistin siglur seinasta túrin úr Skopun klokkan 12.30 og av Gomlurætt klokkan 13.15.

Túrurin út í Hest klokkan 14.30 og úr Hesti klokkan 14.40 verða ikki sigldir.

Veðrið órógvar eisini bussleiðina.

Allar bygdaleiðir góvust at koyra klokkan 11, undantikið leið 101, sum koyrir millum Tórshavn og Gomlurætt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder