Uttanlands

Imamur í Danmark ákærdur fyri at eggja til jødadráp

Orðini vórðu søgd í einari mosku á Nørrebro í Keypmannahavn

Moska í Keypmannahavn (Mynd: Bax Lindhardt)

Moska í Keypmannahavn (Mynd: Bax Lindhardt)

2018-07-24 10:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ein imamur frá einari mosku á Nørrebro í Keypmannahavn er ákærdur fyri at eggja til at drepa jødar, upplýsir Ákærumyndugleikin í tíðindaskrivi.

Tað er fyrstu ferð, at nakar verður ákærdur eftir nýggju imamlógini frá 2017, sum hevur til endamáls at mótarbeiða radikalisering.

Sambært Ákærumyndugleikanum sigur imamurin millum annað:

- Dómadagur kemur ikki, fyrrenn muslimarnir berja niður jødarnar, og muslimarnar drepa teir, og jødin fer at goyma seg aftanfyri steinar og trø, og steinurin og træið fara at siga: "O muslimur, O Guds tilbiðjari, har er ein jødi aftanfyri meg, so kom og drep hann".

Jødiska Samfelagið í Danmark fegnast um, at málið nú skal fyri rættin, skrivar TV2.

- Fyri okkum var eingin ivi um, hvat útsøgnirnar gingu út uppá. Tað var øgiliga ørkymlandi.

- Dømi eru um, at veikar sálir lurta eftir prædikumonnunum, segði formaðurin Dan Rosenberg Asmussen við TV2.

Imamurin er eisini ákærdur fyri rasismu, og revsimálið fer at vera í býarrættinum í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder