Mentan

Improviseraði í eitt korter yvir nummar 1 í sálmabókini

Dómorganisturin í Notre Dame í Paris endaði væleydnaða konsert við føroyskum tónum

2022-05-05 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hoyvíkar kirkja var so at siga fullsett, tá franski Olivier Latry í gjárkvøldið spældi upp á nýggju urguna í kirkjuni.

60 ára gamliu Latry er dómorganistur í Notre Dame kirkjuni í Paris, og varð bjóðaður til Føroya í samband við hátíðarhaldið fyri nýbygdu ugruna í kirkjuni.

Urgan varð vígd av bispi til gudstænastuna sunnudagin, har hon varð roynd til sálmasang. Um kvøldið var konsert í kirkjuni, har urgan varð roynd í fylgispæli til kórsang, og mikukvøldið var so orgulkonsert við eini av heimsstjørnunum innan hetta yrkið.

Olivier Latry spældi eina røð av orgulstykkjum av kendum tónasmiðum, ið hava skrivað fyri urgu.

Og so endaði hann konsertina við eini improvisatión. Tað vil siga, at tónleikarin spælir ófyrireikaður.

Eitt sindur fyrireikaður var hann tó. Sum Gudmund Mortensen, ráðgevi í sambandi við urgubyggingina og stigtakari til konsertina, skrivaði í skránni, so hevði hann sent Olivier Latry nótarnar til nøkur føroysk løg, sum hann hevði møguleika at improvisera yvir.

- Um hann brúkar eitt elle fleiri av hesum løgum, ella okkurt heilt annað í improvisatiónini í kvøld, veit eingin, fyrr enn vit hoyra tónleikin, skrivaði Gudmund Mortensen.

Tað vísti seg, at franski urgumeistarin hevði tikið nummar 1 í sálmabókini, “Harra Guð títt dýra navn og æra”, og improviseraði yvir hetta lagið í gott og væl eitt korter, og var stórliga fagnaður eftir framførsluna.

Eitt er so vist. Soleiðis hevur ongin hoyrt “Harra Guð títt dýra navn og æra fyrr”.

Herundir er ein upptøka av improvisatiónini, sum Hilmar Jan Hansen hevur lagt á netið


Eitt av heilt sermerktu stykkjunum, sum Olivier Latry spældi upp á nýggju urguna í Hoyvík, var ein variasjón av kenda temanum hjá Paganini, sum hann einans spældi upp á fótpedalirnar á urguni.

Her er ein upptøka, sum Latry sjálvur hevur lagt á Facebook, har hann spælir upp á eina urgu í Paris.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder