Uttanlands

Indonesia fær nýggjan høvuðsstað

Kringvarpið skrivar, at Jakarta er hóttur av náttúrukreftum og ov nógvari ferðslu, og tí er avgerðin tikin

Jakarta verður ikki longur høvuðsstaður í Indonesia (Mynd: AP)

Jakarta verður ikki longur høvuðsstaður í Indonesia (Mynd: AP)

2019-08-27 19:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Høvuðsstaðurin í Indonesia verður nú ikki longur Jakarta. Hetta er greitt, eftir at stjórnin í Indonesia hevur avgjørt at flyta høvuðstaðin úr Jakarta til oynna Borneo.

 - Ætlanin hevur strategiskan týdning, tí so verður høvuðsstaðurin miðskeiðis í landinum, tætt við har býir vaksa, sigur forsetin í Indonesia, Joko Widodo, á tíðindafundi, sambært Reuters

Prísurin fyri nýggja høvuðstaðin verður minst 221 milliardir krónur, sigur forsetin.

Tað búgva 10 milliónir fólk í Jakarta, men um útjaðaraøkini telja við, er talan um 30 milliónir fólk, og trupulleikarnar við nógvum fólki eru ikki ókendir í Jakarta. 

 

 

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder