Innanlands

Inflasjónin í miðal 7,7% í 2022

Seinasta árið er brúkaraprístalið, sum er eitt mát fyri inflasjónina, økt munandi. Brúkaraprístalið er vaksið við heili 8,3% frá fyrsta ársfjórðingi 2022 til fyrsta ársfjórðing 2023, í miðal er brúkaraprístalið økt við 7,7% í 2022

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-06 16:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbanki Føroya: Eftir at inflasjónin í eitt áratíggju hevur verið heilt lág og eisini negativ, er brúkaraprístalið vaksið við heili 8,3% frá fyrsta ársfjórðingi 2022 til fyrsta ársfjórðing 2023. Hetta er eitt framhald av gongdini í 2022, har inflasjónin hevur verið hækkandi í Føroyum; brúkaraprístalið er økt við 7,7% í miðal í 2022.

[object Object]

Ymsu fíggjarpolitisku hjálparpakkarnir í vesturheiminum elvdu undir Covid-19 til eina stimbran av eftirspurninginum. Samstundis megnaði útboðið ikki at fylgja við vegna veitingartroti, og hetta setti eitt trýst á prísirnar. Síðani elvdi kríggið í Ukraina til uppaftur størri trýst á prísirnar á orku og rávørum, ið hevur dýrkað matvørur og aðrar framleiddar vørur, sum vit í Føroyum keypa úr millum annað Evropa.

Fløskuhálsarnir á útboðssíðuni eru nú komnir uppá pláss, og tað er í størri mun eftirspurningurin, sum skapar inflasjónina. Økti eftirspurningurin kemur av at bæði tjóðbankar og stjórnir hava ført sera lagaliga penga- og fíggjarpolitikk orsakað av Covid-19.

Hækkandi prísir merkir, at borgarin fær minni fyri sína løn, sum aftur ger, at vinnan kann koma at merkja ein lækkandi eftirspurning eftir vørum og tænastum. Hetta kann viðvirka til at tálma búskapin, men føroyski búskapurin var frammanundan væl fyri, og flestu føroysku húsarhaldini hava eitt gott fíggjarligt mótstøðuføri til at møta hesum stoyti.

Føroysku húsarhaldini hava havt veksandi reallønir seinasta áratíggju meðan inflasjónin hevur verið lág, men økta inflasjónin hevur tó minkað um henda reallønarvøkstur síðani miðjan 2021. Økta prísstøðið rakar øll, og harðast tey húsarhaldini, ið hava lágar inntøkur.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder