Innanlands

Ingun Eidesgaard er nýggjur eindarliðari

Ingun Eidesgaard er sett sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu

Á myndini sæst Ingun Eidesgaard í miðjuni saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Eyðfríð Jacobsen, heilsustjóra.

Á myndini sæst Ingun Eidesgaard í miðjuni saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Eyðfríð Jacobsen, heilsustjóra.

2019-02-05 07:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ingun Eidesgaard er sett sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Ingunn er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur seinastu 4 árini starvast sum deildarleiðari á Traðarlon á Boðanesheiminum.

Harumframt hevur Ingunn starvast innan demensøkið, eins og hon í fleiri ár starvaðist á Familjudepilinum hjá Almannaverkinum.

Ingun verður eindarleiðari fyri Lágargarð, Tjarnargarð og Heimið í Vallalíð.
Ingun tekur í løtuni diplomútbúgving í leiðslu, skrivar Tórshavnar kommuna. Hon byrjar í starvinum 11 feb. 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder