Innanlands

Innbrot í nátt

Ein maður breyt inn í eini hús norðanfyri. Løgreglan er í ferð við at kanna málið nærri

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-02-17 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan. Einasta málið, sum hevur verið, var eitt innbrot.

Tað var klokkan tjúgu minuttir yvir fýra í nátt, at løgreglan fekk boð um, at ein maður hevði brotið inn í eini hús norðanfyri.

Enn er ikki greitt, hví maðurin breyt inn í húsini.

- Vit vita ikki, um hann ætlaði sær at stjala, ella um hann bara var forvirraður og var farin skeivt, sigur vakthavandi á politistøðini, sum leggur afturat, at maðurin hevði drukkið.

Málið verður kannað nærri í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder