Innanlands

Innbrot í ølgoymslu í Leirvík

Vakmyndatól avdúkaði hvør innbrotstjóvurin var

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-09-05 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðliga gjáramorgunin varð boðað frá til løgregluna, at ein rútur var brotin í goymsluni hjá Føroya Bjór í Leirvík og at onkur hevði verið inni í ølgoymsluni.

Eftir øllum at døma, var ein ramma av bjóri stolin.

Vakmyndatól er í hølinum, so skjótt var at finna fram til persónin, sum framdi innbrotið, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Fyrrapartin í gjár varð eisini boðað frá einum øðrum rúti, ið var brotin í Leirvík. Hetta var í Effo-støðini. Løgreglan kannar málið, men onki bendir á, at nakað er stolið haðani.

Sóu grind

Klokkan 10 í gjár kom triðja fráboðanin úr Leirvík. Hesaferð um at ein lítil grind – um 50 hvalir – var at síggja út fyri bygdina á veg suðureftir. Av tí at nóg mikið av grind er í økinum, gjørdi sýslumaðurin av at lata grindina sleppa.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder