
Í 2022 innfluttu føroyingar fyri 12,1 milliard krónur, ið er 31 prosent hægri enn í 2021, skrivar Hagstovan.
Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið 939 milliónir krónur í 2022 – ella góð 70 prosent. Sama tíðarskeið minkaði innflutta nøgdin av brennievni tó 12 prosent.
Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari 'til aðra framleiðslu' og 'til hav- og landbúnað'. Her vaks innflutningurin ávikavist 383 milliónir krónur og 239 milliónir krónur.
Um sæð verður burtur frá brennievni, er innflutningsvirðið av tilfari til hav- og landbúnað lutfalsliga vaksið mest – 38 prosent. Innflutningurin av alifóðri er vaksin 161 milliónir krónur – ella 42 prosent – í 2022.
Vanliga hava vit í Føroyum innflutt mest úr Norðurlondum, men í 2022 fór innflutningurin úr Evropa annars upp um Norðurlond.
Føroyingar innfluttu fyri knappar 5,2 milliardir krónur úr Norðurlondum og fyri góðar 5,2 milliardir krónur úr Evropa annars. Vøksturin í innflutninginum frá Evropa annars var 1,7 milliardir krónur – 48 prosent. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av brennievni, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald