Innanlands

Innfluttu tilfar og útgerð til vinnuendamál fyri yvir 4 mia. kr.

Virðið av innflutninginum í 2018 var út við hálva milliard størri enn árið fyri

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-02-25 15:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

í 2018 innfluttu føroyingar tilfar og útgerð til vinnuendamál fyri yvir 4 mia. kr. Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.

Virðið av innflutninginum í 2018 var út við hálva milliard størri enn árið fyri. Vit innfluttu fyri 7,7 mia. kr. í fjør og 7,2 mia. kr. í 2017.

Tað er vøkstur í flestu vørubólkum. Mesti vøkstur er í innflutningi av brennievni. Vit hava brúkt 35% meir uppá brennievni í 2018, samanborið við 2017. Tað er bara í 2012, vit hava innflutt fyri meira brennievni enn í fjør.

Síðan er tað maskinur og amboð og tilfar til byggivinnuna, sum dregur innflutningin uppeftir.

Innflutningurin av maskinum og amboðum vaks 21%, og av øðrum tilfari til vinnuna innfluttu vit fyri 18% meir enn í 2017.

[object Object]

Innflutningurin til húsarhaldsnýtslu veksur spakuliga

Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu vaks 2% í fjør, samanborið við árið fyri. Hetta er aftaná tvey ár við stórum vøkstri á 7 og 9%

Um vit samanbera við 2007, sum er árið tá samlaði innflutningurin seinast toppaði, so er samlaði vøksturin síðani tá 20%, og síðan 2010, tá minkingin í innflutninginum aftur vendi til vøkstur, er vøksturin 42%. Á myndini niðanfyri sæst, at eftir stóra vøksturin í 2005-07 minkaði innflutningurin eini 3 ár, og síðan hevur tað gingið uppeftir aftur.

Innflutningurin til vinnuendamál er vaksin í stórum

Hyggja vit at innflutninginum av tilfari til vinnuna, so eru sveiggini størri, tó at vøkstur og minking eru áleið samstundis. Eisini her var stórur vøkstur framm móti 2007 og síðani stór minking í 2 ár. Eftir hetta vaks innflutningurin aftur, og eftir 5 árum, í 2012, fór innflutningsvirðið uppum virðið í 2007. Fyri húsarhaldsnýtsluna tók hetta 8 ár.

[object Object]

Meðan innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu í 2018 er 20% hægri enn í 2007, so er innflutningurin av tilfarið til vinnuna 67% hægi enn í 2007.

Tað skal í hesum sambandi havast í huga, at vørubólkurin innflutningur til beinleiðis húsarhaldsnýtslu ikki er tað sama sum samlaða nýtslan hjá húsarhaldunum í Føroyum. Nýtslan kann væl verða vaksin meir enn hesin vøksturin í innflutninginum, t.d. nýtsla av vørum og tænastum, framleiddar í Føroyum.

Á myndini síggja vit eisini innflutningin av skipum og flogførum seinastu árini, og har kann staðfestast, at her eru stór sveiggj frá ári til árs, og hesi fylgja ikki gongdini í innflutninginum fyri hinar bólkarnar.

Innflutningurin av brennievni sveiggjar eisini rættuliga nógv, og heldur ikki her er sama mynstur sum hjá húsarhaldunum og vinnuni. Tað er í stóran mun prísurin, sum er orsøkin til tey sveiggj, vit síggja fyri innflutningin av brennievni.

Ámyndini niðanfyri sæst býtið av innflutninginum á fýra høvuðsbólkar eftir nýtsluendmáli.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder