Innanlands

Innkomuvegurin fær navnið "Havnarvegur"

Tað varð samtykt á býráðsfundi hóskvøldið

(Mynd: Articon)

(Mynd: Articon)

2025-05-23 10:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býráðið var ikki samt við meirilutanum í Gøtunavnanevndini um at kalla nýggja innkomuvegin til Havnar "Ytri ringvegur".

Í gjár varð samtykt at navnið skal vera "Havnarvegur". Hetta var nakað sum minnilutin í Gøtunavnanevnini, Jógvan Arge og Marius Rein, mæltu til.

[object Object](Mynd: Articon)

Samtykt var eisini at ovasti partur av Sundsvegnum framvegis skal eita Sundsvegur líka niðan til endan. Eisini hóast Gøtunavnanevndin mælt itil, at ovasti partur av Sundsvegnum skuldi eita "undir Villingafossi".

Eftir ætlan letur Havnarvegur upp um mánaðarskiftið juni og juli. Hoyr meira um tað her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder