
Nýggi innkomuvegurin í Havn letur upp fyri almennari nýtslu sunnudagin 6. juli.
Hetta veit útvarpið í kvøld.
Fríður Dalgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, sigur við útvarpið, at tað verður ein tilbýgvingarvenjing 1. juli og 6. juli verður tað so, at vegurin, sum hevur fingið navnið Havnarvegur letur upp fyri almenninginum.
Tá verður skipað fyri hátíðarhaldi, har møguligt verður at súkkla, renna og ganga gjøgnum tunnilin frá Marknagili og til Tjarnir. Seinnapartin hendan dagin verður so latið upp fyri bilferðslu.
Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanin er 382 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald