Innanlands

Innlagdur eftir at hava hildið grækarismessurøðu í Havn

– Hóast støðan ikki var betri enn góð, hevði eg sett mær fyri at halda lyftið, sum eg gav skótunum fyri tíð síðan, um at flyta fram røðu á Vaglinum, sigur Tórbjørn Jacobsen

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2026-03-16 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var grækarismessuhald í Havn, har borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen helt grækarismessurøðuna. Tveir tímar seinni varð hann innlagdur á Landssjúkrahúsinum.

Tað greiðir hann sjálvur frá í dagføring á Facebook.

– Hóast støðan ikki var betri enn góð, hevði eg sett mær fyri at halda lyftið, sum eg gav skótunum fyri tíð síðan, um at flyta fram røðu á Vaglinum í dag, skrivaði borgarstjórin í gjárkvøldið.

– Móttøkan hevur verið óvanliga professionel og vinarlig (…) Harrin havi lov fyri, at vit eiga eitt heilsuverk, sum fungerar.

Við Dimmalætting sigur Tórbjørn Jacobsen, at hann seinastu dagarnar hevur havt pínu í øðrum arminum, og kendist armurin at vera deyður í gjár, og varð avgjørt, at hann skuldi fara á skaðastovuna, tá grækarismessuhaldið var liðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder