Innanlands

Innlánsvøksturin í føroysku bankunum 2,3% í mai

Samlaðu innlánini í føroysku bankunum vóru 20,4 mia. kr. í mai 2024, sum er gott 1 mia. kr. hægri enn í mars mánað.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-07-13 16:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vøksturin í innlánum kemur fyrst og fremst av, at umleið 500 mió. kr. av frítíðarlønum vórðu fluttar á konto í føroysku bankunum í apríl mánað. Restin av vøkstrinum í innlánunum stava frá privatu vinnuni og húsarhaldunum.

Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum, tað er innlán frátrekt skuld, var 1,5 mia. kr. í mai 2024. Innlánsyvirskotið hevur verið fallandi, tó at tað í apríl 2024 er vaksið aftur orsakað av frítíðarlønini.

Innlánsyvirskotið minkaði munandi í februar 2021, men tað var tí danska deildin hjá Føroya Banka varð seld frá.

[object Object]

Innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum í føroysku bankunum var 3,5 mia. kr. í mai 2024, men verður skuldin, sum húsarhaldini hava í donskum realkredittstovnum tald við, høvdu føroysku húsarhaldini innlánsyvirskot á tilsamans 164 mió. kr. í mai 2024.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder