Innanlands

Inntøkurnar hjá Eiðis kommunu í fjør vóru yvir 38 milliónir

Talan var um ein vøkstur á fýra milliiónir, samanborið við undanfarna roknskaparár. Talan er nú um nettoogn heldur enn nettoskuld

Inntøkurnar vóru hægri enn væntað, útreiðslurnar lægri enn væntað (Mynd: eidi.fo)

Inntøkurnar vóru hægri enn væntað, útreiðslurnar lægri enn væntað (Mynd: eidi.fo)

2023-06-06 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku, mikukvøldið 31. mai. samtykti bygdaráðið í Eiðis kommunu ársroknskapin fyri 2022 á almennum bygdaráðsfundi, ið var hildin í Kolshøll.

Eiðis kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at samlaðu inntøkurnar í 2022 vóru størri enn árið fyro. Tær vóru 38,4 milliónir krónur. Hetta vóru 4,7 millónir - ella 13,9 prosent - hægri enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2022.

- Samanborið við undanfarna roknskaparár var talan um ein vøkstur á júst milliónir ella 12,5 prosent. Inntøkuvøksturin stavar frá einum vøkstri á øllum inntøkupostum – bæði í mun til seinasta ársroknskap og fíggjarætlan.

Sjálvar rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru beint undir 30 milliónir. Hetta var 1,1 millión (5,2 prosent) lægri, samanborið við fíggjarætlanina fyri árið.

Í 2022 gjørdi Eiðis kommuna íløgur fyri beint yvir fýra milliónir krónur. Íløgukarmurin í fíggjarætlanini fyri 2022 var 5,1 millión - eina millión hægri enn gjørdu íløgurnar. Størsti parturin av íløgunum er brúkt uppá Kolshøll, Gerðisveg, Korndalsgarð og skúlan.

Eiðis kommuna boðar til seinast frá, at langfreistaða skuldin var 5,4 milliónir krónur við árslok, og at tað í mun til í fjør er talan um nettoogn - heldur enn nettoskuld.

- Nettoognin við árslok 2022 er á 698.000 krónur í mun til eina nettoskuld á 3.760 t. kr. við árslok 2021.

Ársroknskapurin kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder