Í gjár segði Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada, at allar upplýsingar hjá teimum bendu á, at ein iransk missil hevði skotið ferðafólkaflogfarið hjá Ukraina International Airlines beint uttanfyri Theran mikumorgunin. Hetta kundi væl verða av óvart, men fregaðartænastur hjá Kanada og Bretlandi vóru vísar í, at talan var um eina missil og ikki ein feil við motorinum. 63 fólk úr Kanda vóru millum tey 176 umborð - øll lótu lív.
Les eisini:
Amerikanskir miðlar: Iran skeyt flogfarið niður
Amerikanskir miðlar bóru hesi somu tíðindini í gjár, og í seint í gjárkvøldið kom New York Times fram við einum sjónbandi, ið tyktist at vísa tilburðin.
Sí: New York Times fingið hendur á sjónbandi av flogvanlukkuni í Iran
Í Iran verður tó tvíhildið um, at tað ikki var ein missil, ið var orsøkin til flogvanlukkuna. Hetta staðfestu iranskir mynduleikar á tíðindafundi fyrr í morgun. Samstundis verður heitt á USA og Kanada at vísa á data, ið kunnu prógva tað, ið tey londini siga, um tað í hendi beint uttanfyri iranska høvuðsstaðin fyrr í vikuni. Flogmynduleikar í Iran vísa aftur, at frágreiðingin um eina missil letur seg gera, og at talan er um ólogiskar leysasøgur.
Iran hevur nú alment bjóða fleiri londum, ið eisini hava ynkst at koma at gera kanningar, og Boeing, ið hevur framleitt umtalað flogfar, til landið. Annars hava Boeing og amerikanskir mynduleikar fingið noktað atgongd.
- Øll londini, ið høvdu statsborgarar umborð, kunnu senda umboð. Vit heita eisini á Boeing um at senda umboð og um at verða við í kanningunum av tí svarta kassanum
Hetta sigur ein talsmaður fyri iransku stjórnina, Ali Rabiei, sum eisini hevur skýrt frágreiðingarnar um eina missil fyri sálarliga krígsførslu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald