
Iranskir myndugleikar hava handtikið 20 persónar, sum eru undir illgruna fyri at njósnast fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad.
Fleiri teirra eru tó síðani blivnir leyslatnir aftur, og ákærurnar eru sleptar, skrivar Reuters um vikuskiftið.
Hvussu nógv framvegis eru undir illgruna er ikki greitt.
Handtøkurnar vórðu framdar, eftir at Iran mikudagin avrættaði ein mann, sum var dømdur fyri at hava latið Mossad loyniligar upplýsingar um ein iranskan kjarnorkugranskara, sum varð dripin í einum ísraelskum álopi í juni.
Seinastu mánaðirnar eru í minsta lagi átta persónar avrættaðir í Iran, eftir at teir eru dømdir fyri at njósnast fyri Ísrael.
Sambært mannarættindafelagsskapinum Amnesty International er Iran eitt av teimum londunum, sum avrættar flest fólk. Tað er bert Kina, sum avrættar fleiri fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald