Uttanlands

Iran: Amerikanskt krígsskip rakt av rakettum

USA vísir tó aftur, at nakað amerikanskt krígsskip er rakt

Skip í Hormuzsundinum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

Skip í Hormuzsundinum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-05-04 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iranskir miðlar boða frá, at iranski herflotin í dag hevur forðað amerikonskum krígsskipum í at sigla inn í Hormuzsundið, og at eitt amerikanskt herskip varð rakt av tveimum rakettum nærindis iranska havnabýnum Jask.

Amerikanski herurin sigur tó, sambært Ritzau, at eingi amerikonsk krígsskip eru rakt.

Eitt iranskt embætisfólk, sum tíðindastovan Reuters hevur tosað við, sigur, at ávaringarskot vórðu skotin móti einum amerikonskum krígsskipi, og at tað er ógreitt, um skipið fekk skaða.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevði sunnudagin boðað frá, at USA í dag fóru at byrja at hjálpa skipum, sum vóru føst í Hormuzsundinum, eitt átak, sum amerikanski forsetin hevur nevnt "Project Freedom".

Eftir hetta ávaraði Iran USA ímóti at fara inní Hormuzsundið.

Les eisini: Trump: USA fer at hjálpa skipum í Hormuzsundinum

Amerikanski herurin boðar í dag frá, at tvey handilsskip, sum sigla undir amerikonskum flaggi, eru farin gjøgnum Hormuzsundið í dag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder