Uttanlands

Trump: USA fer at hjálpa skipum í Hormuzsundinum

Iran ávarar USA ímóti at fara inn í Hormuzsundið

Skip í Hormuzsundinum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

Skip í Hormuzsundinum (Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-05-04 08:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA byrjar í dag at hjálpa skipum, sum eru føst í Hormuzsundinum, skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Trump sigur, at lond úr øllum heiminum hava heitt á USA um at hjálpa teimum at fáa skipini úr sundinum, og er talan um eitt humanitert átak, av tí at fleiri skip eru byrjað at mangla mat og annað.

Átakið hevur bert til endamáls at hjálpa fólki, fyritøkum og londum, sum einki skeivt hava gjørt, sigur amerikanski forsetin sambært Ritzau.

Amerikanski herurin fer at hjálpa við yvir 100 flogførum og 15.000 herfólkum, umframt krígsskipum og dronum.

Iranski herurin ávarar tó USA ímóti at fara inn í Hormuzsundið.

Iranski herurin fer at svara øllum hóttanum aftur, og eiga skip ikki at flyta seg uttan avtalu við iranska herin.

– Vit hava áhaldandi sagt, at trygdin í Hormuzsundinum er í okkara hondum, og at tryggur flutningur gjøgnum sundið má samskipast við iranska herin, sigur umboð fyri herin sambært Reuters.

– Útlendskar herdeildir, serliga úr ágangandi amerikanska herinum, verða álopnar um tær nærkast og fara inn í Hormuzsundið.

Skipaferðslan í Hormuzsundinum, sum er ein týðandi flutningsleið, m.a. fyri olju, er í roynd og veru steðgað upp, eftir at kríggið millum USA og Iran byrjaði 28. februar. Hetta hevur havt við sær vaksandi oljuprísir. Í apríl samdust USA og Iran um eina fyribils vápnahvíld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder