Uttanlands

Iran: Fleiri handtøkur í missil-málinum

Millum annað er persónurin, ið tók video av hendingini handtikin av kollveltingarverjuni, ið hevur tikið ábyrgd fyri hendingini. Eitt annað sjónband er komið í ljósmála, sum vísur at Boeing-flogfarið varð rakt av tveimum missilum

Hassan Rouhani (t.v) saman við uttanríkisráðharranum, Zarif. Rouhani hevur sagt, at tað at ferðamannflogfarið varð skotið niður fyri viku síðani, var eitt ófyrigevilig mistak, og at tað nú skal kannast meira gjølla (Mynd: EPA)

Hassan Rouhani (t.v) saman við uttanríkisráðharranum, Zarif. Rouhani hevur sagt, at tað at ferðamannflogfarið varð skotið niður fyri viku síðani, var eitt ófyrigevilig mistak, og at tað nú skal kannast meira gjølla (Mynd: EPA)

2020-01-15 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani varð eitt flogfar hjá Ukraina International Airport skotið niður næstan beint eftir fráferð úr Tehran. Hetta var tíðliga um morgunin, stutt eftir at Iran hevði sent nógvar missilir móti hernaðarstøðum í Irak, har nógvir amerikanskir hermenn vóru.

176 fólk, øll sum vóru umborð á flogfarinum, lótu lív. Skjótt var illgruni um, at tað var eitt missil, ið hevði rakt Boeing-flogafari, og at tað ikki var talan um ein feil við motorinum, sum fyrst varð hildið. Tá New York Times hóskvøldið kom fram við einum sjónbandi, ið vísti at flogfarið varð rakt, tóktist eingin ivi verða longur.

Les eisini: New York Times fingið hendur á sjónbandi av flogvanlukkuni í Iran

Nú hevur New York Times fingið hendur á einum øðrum sjónbandi. Tað vísur eitt annað missil, ið rakar flogfarið stutt eftir, at tað fyrra gjørdi. Hetta gjørdi, at flogfarið sprongdist, áðrenn tað kom aftur á flogvøllin. 

Persónurin ið stóð fyri upptøkuni, sum kom fram í seinastu viku, varð handtikin av kollveltingarverjuni í Iran, sum hevur tikið ábyrgd fyri hendingina. Tað var ikki fyrrenn leygardagin, at hetta hendi; frammanundan høvdu iranskir flogmyndugleikar, og aðrir myndugleikar í landinum avnokta, at flogfarið varð skotið niður við einum missili.

Les eisini: Flogfarið varð skotið niður av misgáum

Hassan Rouhani, forseti, hevur sagt at talan var um ein ófyrigevandi feil, og hann hevur staðfest, at málið verður kanna gjølla. Iranskir myndugleikar hava váttað, at fleiri eru handtikin í málinum, men hava ikki staðfest hvussu nógv ella fyri júst hvat. Mótmæli hava verið í Iran, eftir at sannleikin er komin fram; nógv eru vónbrotin og ill inn á stjórnina, og hetta vanlukkuliga mistakið er framt.

Kollveltingarverjan hevur váttað, at ein missil varð send frá einari støð í økinum tætt við flogvøllin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder