Uttanlands

Iran fyrireikar stóra hernaðarvenjing í Persaraflógvanum

Venjingin er møguliga eitt úrslit av herðaðum orðastríði við USA

Mynd: CNN

Mynd: CNN

2018-08-02 09:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Iranski islamski kollveltingarherurin fer væntandi skjótt í gongd við eina stóra hernaðarflotavenjing, sum kann vísa teirra førleika at stongja Hormussundið, sum er ein týðandi global orkuleið. Sambært amerikanskum myndugleikum byrjar hernaðarvenjingin innan næstu tveir dagarnar.

Hormussundið bindir Persaraflógvan við Arabiska havið, og verður av amerikanska umsitingini fyri orkuupplýsingar kallað fyri týdningarmiklasta staðið í heiminum, har oiljuflutningur kann steðgast. 20 % av heimsins oljuflutningi fer ígjøgnum sundið.

Inntil nú meta amerikanskir myndugleikar ikki at Iran vísir nøkur tekin uppá fíggindaskap, men siga samstundis, at orsøk er at stúra. Iran hevur seinastu tíðina tosa harðari móti USA; iranski herurin ger seg klárt til eina enn størri hernaðarvenjing í ár enn fyrr hevur verið; og hendan venjingin er vanliga nógv seinni á árinum, skrivar CNN.

Fleiri enn hundrað bátar og skip hjá iranska herinum eru við í venjingini, meðan fleiri hundrað herdeildir væntandi verða við. USA hevur bert eitt stórt krígsskip í Persaraflógvanum, men onnur eru tætt við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder