
Undir 12 dagar langa stríðnum millum Ísrael og Iran hevur Iran handtikið 700 persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við Ísrael.
Síðan stríðið byrjaði 13. juni, hava fleiri fráboðanir verið um, at Iran hevur handtikið persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava tilknýti til ísraelsk njósnaranetverk. Um hetta er galdandi fyri allar 700 er ógreitt, skrivar Ritzau.
Í morgun verður boðað frá, at tríggir menn eru avrættaðir í Iran, eftir at teir eru dømdir fyri at hava samstarvað við ísraelsku fregnartænastuni Mossad og fyri at hava smuglað útgerð, sum sigst at vera brúkt í sambandi við morðroynd.
Seinastu dagarnar hava fleiri fráboðanir verið um avrættingar av persónum, sum eru dømdir fyri at hava samband við Mossad.
Sambært ST vórðu 975 persónar avrættaðir í Iran í fjør. Teir flestu vóru dømdir í rúsevnamálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald