Loftrúm í londum í Miðeystri, millum annað yvir Irak, eru latin upp aftur, Hormuzstrætið skal lata uppaftur fyri tryggari ferðslu, og USA støðgar, fyribils, sínum álopum í Miðeystri.
Men ymiskar óvissur eru framvegis í økinum eftir vápnahvíldina, sum USA og Iran tíðliga í nátt samdust um.
Sí eisini: Vápnahvíld í tvær vikur
Serliga eru tær viðvíkjandi Libanon. Ísrael hevur kríggjast við Hezbollah í sunnara parti av Libanon í eina tíð - partarnir hava verið í kríggi síðani oktober 2023. Víðgongdi islamistiski bólkurin hevur nógv vald í Libanon.
Fráboðanir hava verið um álop aftur í nátt, og ósemja er um, hvørt Ísrael er partur av friðaravtaluni ella.
Tað halda myndugleikar í millum annað Iran, men tað heldur herurin hjá Ísrael hinvegin ikki. Altjóða viðmerkjarar meta, at hetta kann vera ein knútur í krígnum.
Vápnhvíldin byggir á tíggju punkt, sum Iran hevur sett fram. Hon er galdandi fyri tvær vikur í fyrstu syftu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald