
Abbas Araghchi, uttanríkismálaráðharri í Iran, sigur seg kunna prógva, at amerikanski herurin stuðlaði álopinum hjá Ísrael á Iran náttina til fríggjadagin.
– Vit hava sterk prógv fyri, at amerikanskar herdeildir og herstøðir í økinum hava stuðlað álopinum, sum (ísraelski herurin) framdi.
Hvørji prógv talan er um, greiðir hann ikki nærri frá.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur váttað, at hann var kunnaður um ísraelska álopið, men hann hevur tó víst aftur, at USA var partur av álopunum.
Iranski uttanríkismálaráðharrin sigur, at amerikanarar eru samsekir í álopinum hjá Ísrael, og skulu bæði londini ábrygdast fyri hetta, skrivar Ritzau.
Álopini halda fram
Aftur í morgun verður boðað frá álopum á Ísrael og Iran.
Israelska tilbúgvingin boðaði tíðliga í morgun frá, at Iran í morgun hevði lopið á tvey støð í Ísrael. Í minsta lagi trý fólk hava latið lív, og fleiri enn 130 eru særd.
Úr Iran verður sagt, at í minsta lagi 138 fólk hava latið lív í ísraelskum álopum síðan fríggjadagin, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald