Uttanlands

Iranski forsetin góðkent uppskot um at steðga samstarv við IAEA

Í juni samtykti iranska tjóðartingið at steðga samstarvið við kjarnorkustovnin hjá ST

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian (Mynd: EPA)

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian (Mynd: EPA)

2025-07-03 19:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian hevur endaliga góðkent lógaruppskotið um at fara úr samstarvinum við kjarnorkustovninum hjá ST, IAEA.

Uppskotið varð fyrst samtykt í iranska tjóðartinginum og síðani av Varðmannaráðnum í kjalarvørrinum á álopunum millum Ísrael og Iran í juni, og við góðkenning frá forsetanum kann lógin nú fara í gildi, skrivar Ritzau.

Álopini millum Ísrael og Iran byrjaðu 13. juni, og 21. juni fór USA uppí stríðið og framdi álop á trý iransk kjarnorkuverk. Síðani leyp Iran á eina herstøð í Doha í Katar, sum amerikanski herurin brúkar. 24. juni varð avtala gjørd um vápnahvíld millum Iran og Ísrael.

IAEA hevur til endamáls at forða fyri útbreiðslu av kjarnorkuvápnum í heiminum og tryggja, at kjarnorka verður nýtt á ein tryggan hátt. IAEA hevur higartil havt eftirlit við iransku kjarnorkuverkunum, men framyvir sleppa eftirlitsfólk hjá IAEA Ikki at vitja kjarkorkuverkini uttan loyvi frá iranska tyrgdarráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder