
Leygardagin luttók ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei í einum størri hátíðarhaldi í sambandi við shiamuslimska halgidegnum Ashura í iranska høvuðsstaðnum Teheran, vísa sjónbandaupptøkur, sum iranska sjónvarpið hevur almannakunngjørt.
Fráboðanir hava annars verið um, at Khamenei hevur fjalt seg á einum ókendum og tryggum staði síðan kríggið millum Ísrael og Iran í juni.
Síðan 12 dagar langa kríggið byrjaði 13. juni, hevur iranski leiðarin sent út sjóbandaupptøkur, sum vórðu tiknar upp frammanundan, samstundis sum hann av trygdarávum ikki hevur víst seg alment.
Leygardagin var sostatt fyrstu ferð, at Khamenei vísti seg alment, síðan kríggið brast út. Áðrenn hetta varð hann seinast sæddur alment 11. juni, tá hann hitti iranskar tjóðartingslimir, skriva fleiri tíðindastovur.
Amerikanski forsetin, Donald Trump segði herfyri, at USA, sum eisini legði seg uppí kríggið, visti, hvar iranski leiðarin var, men at USA tá ongar ætlanir hevði um at drepa hann, og hevði hann í roynd og veru bjargað iranska leiðaranum.
– Eg vildi ikki lata vápnaðu herdeildir hjá hvørki Ísrael ella USA - sum eru tær størstu og valdmiklastu í heiminum - taka hann av døgum, skrivaði Trump á Truth Social.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald