Navnið Irdi við ella uttan bókstavin Ð í endanum hevur elvt til sera nógv kjak seinastu vikurnar, og í morgin kemur tað fyri tingi.
Tað verður tá Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, fer at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein munnligan spurning um hetta.
Hann spyr um landsstýriskvinnan hevur nakrar ætlanir um at endurskoðaa navnalógina, og um hon heldur, at broytingar eiga at verða gjørdar í sambandi við navnanevndina.
- Tíbetur varð bøtt eitt sindur upp á lógina við broytingunum í 2002 og 2006, soleiðis at føroyingar m.a. aftur sluppu at kalla upp. Men hetta var als ikki nóg mikið.
- Og tað sóu vit aftur nú í sambandi við hetta fitta navnið, Irdi, sum navnanevndin noktaði foreldrunum at geva dóttrini, sigur Jógvan á Lakjuni í viðmerkingunum.
Eisini spyr Jógvan á Lakjuni landsstýriskvinnununa um rættartrygdin er í lagi, tá Heilsu- og innlendismálaráðið í sambandi við kæru um avgerð hjá Navnanevndini bara nýtir sama myndugleika, sum tulkingarmyndugleika, og ikki spyr málfrøðingar ella myndugleikar til ráðs.
Munnligir spurningar er einasta málið á skrá fyri tingfundin í morgin, sum byrjar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald