Innanlands

IRF frámælir: Goymið ikki fýrverk til næsta ár

Mælir til at óbrúkt fýrverk heldur verður fyribeint

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-02 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru óiva nógv, sum keyptu meira fýrverk til nýggjárið hesaferð, enn tey náddu at skjóta av, orsaka av ringa veðrinum.

Men latið vera við at goyma fýrverkið til næsta ár. Soleiðis ljóðar áheitanin frá ingerkommunala rennovasjónsfelagsskapinum IRF.

- Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða. Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

IRF mælir til heldur at burturbeina fýrverkið. Hetta kann gerast við at lata fýrverkið í reypa posan hjá IRF, sum er posin til serliga dálkandi burturkast. Fýrverkið kann eisini latast til eitt mannað endurnýtslupláss.

- Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Sum dømi kann nevnast, at eldur kom í ein ruskbil hjá IRF júst av hesi orsøk, skrivar IRF í tíðindaskrivi.

Við størri nøgdum av fýrverki til burturbeiningar, verða fólk biðin um at ringja til IRF fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder