IRF hevur havt aðalfund í dag á Hotel Hafnia. Rakstrarúrslitið fyri 2018 gjørdist eitt yvirskot á 4,6 mió. kr., sum er 2,7 mió. kr. betri enn mett frammanundan.
Inntøkurnar eru 1,8 mió. kr. hægri enn í 2017, og útreiðslurnar eru 5,5 mió. kr. hægri, boðar IRF frá.
Íløgurnar í 2018 vóru tilsamans 61,8 mió. kr. Av hesum vóru 52,8 mió. kr. gjørdar á Hagaleiti, 4 mió. kr. í ymiska útgerð, 4,7 mió. kr. í ruskpláss og bingjur v.m. og 0,3 mió. kr. í Reinsitænastuna.
Lánsskuldin tilsamans er 19,8 mió. kr. hægri enn í 2017, og rentuútreiðslurnar eru 0,7 mió. kr. hægri.
Bruttoúrslitið gjørdist 57,1 mió. kr., sum er 0,3 mió. kr. minni enn í 2017.
Fíggjarstøðan javnvigar við 188 mió. kr. í 2018. Í 2017 var javnin 163 mió. kr.
Sí ársfrásøgnina her.
Burturkastnøgdirnar nógv hækkaðar seinastu tvey árini
Nøgdin av brenniburturkasti er hækkað 23,7% seinastu tvey árini. Hækkingin var 12,2% í 2017 og 11,5% í 2018. Orsøkin til tess er økta virksemið í samfelagnum og stóri fólkavøksturin seinastu árini. Tað var sostatt í tøkum tíma, at IRF fekk útbygt Brennistøðina í 2018, soleiðis at brenniorkan nú er munandi økt. IRF er farið frá at brenna í miðal 56 tons til 75 tons um samdøgrið.
Økta brenniorkan sæst aftur í, at hóast støðin í 2018 lá still í fýra mánaðir vegna umvælingarnar, brendi IRF á leið tað sama í 2018 sum alt árið fyri. Brennistøðin er í gongd mestsum alt samdøgrið árið runt.
Endurnýtsluhagtøl felagsins eru í ársroknskapinum fyri 2018, sum kann lesast her.
Nýggj burturkastmóttøka á Hagaleiti
Í ár verður nýggja móttøkuhøllin á Hagaleiti liðug, og vónin er, at hon fer at økja um nøgdirnar av vinnuburturkasti til endurnýtslu. IRF hevur í seinastuni merkt ein øktan eftirspurning frá eitt nú byggivinnuni um betri kunning og betri umstøður til at skilja burturkastið. Ein eftirspurningur, ið vit bert kunnu fegnast um, tí hann vísir á vælvild og ein grønan hugburð, ið vit øll eiga at taka undir við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald