Innanlands

IRF: Innsavningin forskotin ein dag á flestu støðum

Hetta er galdandi nú millum jól og nýggjár - tí verða teir posar, ið vanliga verða heintaðir hósdag eisini heintaðir hósdagin

2022-12-27 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vikuna millum jól og nýggjár er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.

Hesum boðar IRF frá á heimasíðu sínari.

Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag - t.v.s 29.12 - hesa vikuna.

Í Syðrugøta, Runavík, Saltangará, á Glyvrum, Strondum, Skála og Innan Glyvur verða húsarhaldsposarnir heintaðir sum vanligt hesa vikuna.

- Eitt annað undantak eru húsarhaldsposarnir á Toftum, Nesi, Saltnesi, Kambsdali og í Fuglafirði, sum hesa vikuna verða heintaðir hósdagin 29. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder