
Mánadagin 21. apríl fyllir næstelsta barnið hjá kongshjúnunum og harvið nummar tvey í arvafylgjuni, 18 ár.
Í tí sambandi er tað hátíðarsýning á Kongaliga teatrinum í Keypmannahavn í kvøld.
Isabella prinsessa her saman við foreldrum sínum, Fríðriki kongi og Mary drotning (Skíggjamynd: DR)
(Skíggjamynd: DR)
Á gestalistanum eru tey kongaligu og so umleið 1000 ung fólk úr ríkisfelagsskapinum.
Millum teirra eru eitt nú Sigurlaug Maria Kjartansdóttir og Anna Jóanesardóttir Johannesen úr Føroyum. Tær vóru við í "Prinsessebussen" hjá Danmarks Radio, sum hevði savnað nøkur ung og prátaði við tey, meðan tey vórðu koyrd til Kongaliga teatrið.
Her varð prátað við ungu kvinnurnar, sum í føroyskum klæðum skuldu til hátíðarsýning hjá Isabellu prinsessu.
- Tá prinsurin fylti 18 ár vóru fleiri, sum vóru í føroyskum klæðum, og tað vildu vit eisini hesaferð, greiddu tær báðar frá.
Onnur úr Føroyum eru eisini á gestalistanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald