Innanlands

Ískoytissáttmáli við Sp/f Gundurs Bussar undirskrivaður

Sáttmálin, sum byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu, fevnir um tíðarskeiðið 1. apríl 2019 - 1. apríl 2020

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-11 18:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri varð ískoytissáttmáli undirskrivaður við Sp/f Gundurs Bussar. Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu. Hesum boðar kommunan frá á heimasíðuni.

Avtalan fevnir um tíðarskeiðið 1. apríl 2019 - 1. apríl 2020. Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri 28.2 mió. hetta tíðarskeiðið.

Tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri, og Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, sum vóru til staðar, tá ið ískoytissáttmálin varð undirskrivaður. 

Samstundis fekk Gundur Johanneson eitt prýðismerki frá Tórshavnar kommunu fyri álítandi og góða busskoyring seinastu nógvu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder