Innanlands

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika er nú góðkend

Talan er um ein serføroyska útbúgving, sum varð sett í verk sum ein fylgja av, at fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007. Helvtin av teimum føroysku sóknarprestunum hava lokið alla ískoytisútbúgvingina, og at fleiri eru undir útbúgving

1. februar 2015 byrjaði undirvísingin í ískoytisútbúgving og hevur síðani verið í hesum bygninginum í Jónas Broncks Gøtu. Útbúgvingin fevnir um føroyska kirkjusøgu, kirkjurætt, gudstænastu- og sálmafrøði (Mynd: setur.fo)

1. februar 2015 byrjaði undirvísingin í ískoytisútbúgving og hevur síðani verið í hesum bygninginum í Jónas Broncks Gøtu. Útbúgvingin fevnir um føroyska kirkjusøgu, kirkjurætt, gudstænastu- og sálmafrøði (Mynd: setur.fo)

2023-02-02 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. september 2014 varð Jákup Reinert Hansen settur í starv sum lektari í kirkjusøgu á Søgu- og Samfelagsdeildini, og 1. februar 2015 byrjaði undirvísingin í ískoytisútbúgving. Hesa skulu sóknarprestar í føroysku fólkakirkjuni hava, sambært  løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni frá 2013

Serføroyska útbúgving fevnir millum annað um nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, og eru lógin og útbúgvingin komnar orsakað av, at 
fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007.

- Útbúgvingin fevnir um føroyska kirkjusøgu, kirkjurætt, gudstænastu- og sálmafrøði. Skeiðini verða eisini boðin út við sjálvstøðugum skeiðsnummari til onnur, sum t.d. lesa master ella hjánám, og sum stakskeið.

Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at helvtin av teimum føroysku sóknarprestunum hava lokið alla ískoytisútbúgvingina, og at fleiri eru undir útbúgving.

Hóast alt hetta hevur útbúgvingin ikki verið formliga góðkend fyrrenn í gjár, mikudagin 1. feburar 2023. Tað var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í  barna- og undirvísingarmálum, sum góðkendi ískoytisútbúgvingina í kirkjukunnleika.

Við ískoytisútbúgvingini fáa teir føroysku prestarnir serligt innlit í tað heimliga starvsøkið og verða tískil betri ílatnir til embætið. Tí er tað at fegnast um, at arbeiðið at skipa hesa útbúgving við tí formligu góðkenningini nú er komið á mál, skrivar setur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder