Mentan

Íslandskt kallakór á vitjan í Føroyum

Hevur konsert í Klaksvík og Havn um vikuskiftið

2019-04-04 18:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinni í mánaðinum kemur íslendska manskórið, Karlakór Hreppmanna, til Føroya her teir skulu hava tvær konsertir.

Leygardagin 13. apríl verða teir at hoyra í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík, har kórið 17 sangarar eisini verður við.

Sunnudagin verða teir í Vesturkirkjuni í Havn, og her verður Tórshavnar Manskór eisini við.

Á skránni hjá Karlakór Hreppmanna eru íslendskir sangir, sum allir onkursvegna hava tilknýti til fjøllini. Onkrir av sangunum eru útsettir til høvið, meðan aðrir eru útsetingar, sum eru vælumtóktar millum íslendsk manskór.

Karlakór Hreppmanna varðstovnað í 1997 og hevur ment seg til eitt av frægu manskórunum uttan fyri Reykjavík. Kóri kemur av Suðurlandinum og heimbýurin er Flúðir.

Guðmundur Óli Gunnarsson stjórnar kórinum. Eftir tónleikaútbúgving í Íslandi, lærdi hann orkesturstjórn í Utrecht í Hollandi og í Helsingfors. Í 23 ár stjórnaði hann høvuðsdirigentur hjá symfoniorkestrinum á Norðurlandinum, hann var eisini leiðari av íslendsku operuni í nøkur ár, og hevur eisini stjórnað Íslands Symfoniorkestri. Hann hevur stjórnað fleiri kórum, og var leiðari hjá Karlakór Dalvíkur, tá tað vitjaði í Føroyum í 2012.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder