Í gjár skrivaði íslendingur á ein bólk á Facebook um trupulleikan við plasti við Námaskarð, sum liggur tætt við Mývatn. Hevði fylt sær taskuna við plast skóleistum, sum hann fann í økinum. Men hann gjørdist skakkur, tá hann kom fram á seks føroyskar bussar, sum eftir øllum at døma vóru grundin til dálkingina. Tí ferðafólkini í føroysku HK bussunum fingu plastið við sær út, tá tey fóru túr.
(Mynd: Facebook)
Men Portalurin hevur verið í sambandi við Hans Jákup Kollslíð, stjóra á HK-bussum, sum vóru teir, sum koyrdu bussarnir við Námaskarð. Hann afturvísir ákærunum.
- Vit byrjaðu uppá hetta, tá vit sóu at einstakir íslendskir bussar gjørdu tað fyri at halda bussunum reinum, greiðir Hans Jákup Kollslíð frá.
Talan er um útlendingar, sum koyra við HK bussum í íslandi, og ferðirnar verða fyriskipaðar saman við Smyril Line. Hans Jákup Kollslíð sigur, at talan er um eitt samstarv, sum fevnir um áleið 19-20 ferðir um árið.
- Men vit geva ferðafólkunum skóleistarnar, tá tey fara út, og so taka vit tær aftur, tá tey koma inn í bussin. Vit síggja beinavegin, um onkur ikki hevur skóleistarnar við og gera nógv burturúr, at fáa skóleistarnar aftur, sigur Hans Jákup Kollslíð. Men stjórin á HK-bussum sigur, at tey vita at fólk í leigubilum eisini brúka tílíkar skóleistar, og at skóleistarnir, sum ísleningurin fann, eins væl kunnu vera frá øðrum fyritøkum.
Smyril Line steðgar við at brúka skóleistar
Men tað sær ikki út til, at bussførarirnir hjá HK-bussum í framtíðini tørva at savna plastikki inn aftur. Tí á facebook-tráðnum í bólkinum Baklandi Ferðaþjónusturnar, har myndurnar eru lagdar út, skrivar umboð fyri Smyril-line, at tey taka ákærurnar í stórum álvara.
- Eg var sera ovfarin, tá eg sá bíløtini og eg havi verið í sambandi við HK-bussar í dag, og vit samdust um at vit steðga við at brúka hesar bláu skógvarnar. So í næstu viku sært tú ikki HK-bussar brúka teir, sigur Henny á Líknargøtu, sum arbeiðir við Smyril-Line.
Men hon afturvísir eisini, at bláu skóleistarnar, sum íslendingurin hevur funnið, eru frá HK-bussum.
- Bussførarin nevndi fyri mær, at fleiri tílíkir skógvar vóru har, tá hann kom. Men óansæð hvat, kunnu vit ikki vera sikkur - og tí hava vit avgjørt at steðga við at brúka teir frá í dag, greiðir Henny í Líknargøtu at enda frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald