Innanlands

Íslendski uttanríkisráðharrin vitjar Bjarna K. Petersen

Fjarskiftistilbúgving og týdningurin av at tryggja eitt gott og mótstøðuført samskiftiskervi varð viðgjørt á fundinum

Íslendska uttanríkisráðharrin, Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylfadóttir, og landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen (Mynd: Løgmálaráðið)

Íslendska uttanríkisráðharrin, Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylfadóttir, og landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen (Mynd: Løgmálaráðið)

2024-08-21 10:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hitti í dag íslendska uttanríkisráðharran Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylfadóttir. Við á fundinum vóru eisini umboð úr føroysku og íslendsku fjarskiftisvinnuni.
 
Á fundinum, ið varð hildin í Kristnastovu í Havn, umrøddu partarnir serliga fjarskiftistilbúgving og týdningin av at tryggja eitt gott og mótstøðuført samskiftiskervi. 
 
Partarnir vóru samdir um, at mótstøðuførið á fjarskiftisøkinum gerst alsamt meiri týðandi í okkara fjarskotnu londum, og tí eiga Føroyar og Ísland at kanna, hvussu londini framyvir kunnu betra um góða samstarvið um fjarskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder