Uttanlands

Íslendskt flogfelag farið í gjaldsteðg

Allar flogferðir hjá Play eru avlýstar, og hetta ávirkar fleiri túsund ferðafólk, skriva íslendskir miðlar

(Mynd: Play)

(Mynd: Play)

2025-09-29 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Íslendska lágprísflogfelagið Play, sum hevur høvuðssæti í Reykjavík, er farið í gjaldsteðg.

– Sølan av ferðaseðlum hevur ikki gingið væl seinastu tíðina eftir keðiliga umrøðu í miðlunum, og eisini hava verið innanhýsis ósemjur í starvsfólkahópinum orsakað av broytingum í felagnum.

Play sigur, sambært íslendska kringvarpinum RÚV, at felagið hevði góðar vónir, eftir at broytingar vórðu settar í gildi í heyst, men tað er nú greitt, at úrslitini hóast hetta ikki hava verið nóg góð til at bjarga felagnum.

At felagið fer í gjaldssteðg hevur við sær, at umleið 400 fólk missa starvið, og allar flogferðir hjá felagnum eru avlýstar. Fleiri túsund ferðafólk, sum hava bílagt ferðir við Play, noyðast nú at finna aðrar flutningsmøguleikar, skrivar Iceland Monitor.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder